top of page
Picture 1a.jpg

VERKÆTLAN

Menningarátak

Síðani 2022 hevur Norðoya fornminnasavn ment eina fjøltáttaða verkætlan við tí endamáli at skapa eitt livandi og søguligt bygdalag í Spaniastovu. Ætlanin er at byggja eitt umhvørvi, har gestir kunnu uppliva og fáa eina fatan av gerandisdegnum, sum hann var í gomlum døgum.

Í 2022 varð fyrsta eindin, ein roykstova, liðug og í 2024 kom ein glasstova afturat. Báðar hesar eindir eru søguligar endurskapanir, sum lýsa siðir og byggisið í Føroyum. Í 2025 er er gjørt:

  • er ein posthúseind, sum lýsir týdningin av posttænastum og samskifti millum bygdir.

  • Klædnavask – har vit síggja, hvussu fólk fyrr vaskaðu klæði við hond í einføldum viðurskiftum og brúktu liting.

  • Fjós – við amboðum og innrætting, sum vísa hvussu djórahald fór fram fyrr í tíðini.

  • Múla bygd, sum sýnir bygdina og fjøllini, sum gevur eina sjónliga fatan av hesum sermerkta søguliga staðið

  • Einum stovurúmið, sum vísir  gerandisdagin hjá eldri ættarliðum í siðbundnari føroyskari stovu

 

​​Henda framsýning lat upp á norðoyastevnu 2025. Arbeiðið við bygdarlagnum heldur fram í heyst og umfatar:

 

  • ​​Neyst við báti og útgerð

  • Hjallur

  • Hoyggjhús

  • Sornhús

 

Við hesum menningarátaki kunnu vitjandi síggja, merkja og læra um lívið í einum føroyskum bygdarlagi, sum tað var fyrr í tíðini. Hetta skapar bæði mentanarligt virði og lærutilfar fyri komandi ættarlið.

bottom of page