
UM SAVNIÐ
Um Norðoya fornminnasavn
Norðoyða fornminnasavn er ein innsavningar- og upplýsingarstovnur fyri norðoyggjar og varð stovnaður 9. september 1968. Norðoya fornminnasavn er ein sjálvsognarstovnur.
Savnið hoyrir heima í Klaksvík og aftrat vanliga virkseminum er tað eisini uppgáva savnsins at varðveita gomlu handilshúsini, sum eru karmur um hetta virksemi.
Endamál
Endamál savnsins er at savna inn og varðveita alt søguligt tilfar, so sum lutir, skjøl og myndir um lív og virki hjá fólkum í norðoyggjum.
Harumframt verður skipað fyri øðrum framsýningum og upplýsandi tiltøkum.
Búmerki
Á myndini sæst einasta búmerkið, sum er eftir frá einahandlinum í Føroyum. Tað er ein útskurður av hjálminum hjá Hermes úr griksku gudalæruni. Hetta búmerki er á einum durakarmi á loftinum í gomlu íbúðini hjá apotekaranum á fornminnasavninum.
Hermes er sendiboð hjá gudunum, sum við veingjum á hjálminum og skóm kemur skjótt fram. Hann er gudur fyri „pening og handil“, „vegir og ferðandi“ og „fruktagóða jørð“.
Savnið hevur til endamáls at varðveita alt søguligt tilfar og tí er búmerkið talgildað.
