top of page
bygdalag.jpg

FRAMSÝNINGAR

Norðoya fornminnasavn

Eitt hugvekjandi savn við framsýningum, har vitjandi fáa høvi til at síggja, hvussu gerandisdagurin var í Føroyum í gomlum døgum. Savnið er í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík, sum fyrr var ein vinnulig miðstøð fyri fiskivinnu, handil, arbeiðsmegi og útflutning.

Gomlu handilshúsini

Gomlu handilshúsini í Klaksvík standa sum ein livandi søga um handil og vinnulív í býnum, har søguligir bygningar og gamlir handilssiðir mynda eina søgu.

Tann uttasti bygningurin (longst norðuri), kendur sum „gamla pakkhús“, varð bygdur í 1838. Hetta pakkhúsið var ein týdningarmikil liður í úthandlinum hjá danska einahandlinum, har Johan Mortensen var fyrsti faktorurin.

Í 1947 varð „nýggja pakkhús“ bygt heiman fyri tað gamla og í 1896 vórðu húsini knýtt saman við einum millumbygningi. Hetta ger, at handilshúsini í dag líkjast eini eind, hóast tað enn ber til at eyðmerkja hvørja byggingina sær og síggja, tað tey hvør sær av fyrstan tíð vórðu nýtt til.

Screenshot 2025-05-21 at 15.29.46.png

Gamli handilin

Handilshúsini vóru hjartað í handils- og vinnulívinum í Klaksvík. Her varð alt tað selt, sum fólk brúktu í gerandisdegnum, umframt at fiskavørur vórðu virkaðar og seldar, serliga klippfiskur og sild, ið vórðu turkað og saltað; ein týdningarmikil partur av føroya sølu og útflutningi.

​​

Í heimara enda av húsunum varð handilin seinni rikin av Esther og Jens Sofusi Isaksen. Handilin lat aftur í 1991. Hann var ein livandi partur av handilsumhvørvinum í Klaksvík og hevur haft stóran týdning fyri bygdarsøguna.

Gamla apotekið

Í 1918 varð ein toystova innrættað á fyrstu hædd í handilshúsunum. Rúmið er sermerkt við vøkrum útskeringum á bjálkum og vindeygum, sum handverkarin, Magnus Jacobsen, hevur gjørt. Toystovan er harumframt prýdd við seytjan smáum málningum á bjálkunum. Nakrir teirra eru eftir listmálaran Eliesar Joensen, tríggir eftir Jens Christian Guttesen og hini listafólkini eru ónevnd.

Tørvur var á einum apoteki í býnum. Tjaldurs apotek, sum hevði einkarrættin til apotek og bert var virkið í Havn, leigaði fyrrverandi toystovuna. Í 1932 varð toystovan umskipað og innrættað sum apotek og virkaði har til 1961, tá nýggja apotekið í miðbýnum varð tikið í nýtslu.

Gamla apotekið í Klaksvík er, saman við apotekinum í Den gamle by í Århus, tey einastu autentisku apotekini í danska ríkinum við upprunafløskum, krukkum og amboðum brúkt til framleiðslu av medisini.

aptekid.jpg
ibud.jpg

Íbúðin hjá apotekaranum

Íbúð varð gjørd til apotekaran, sum búði og virkaði heilivág á staðnum. Í íbúðini var køkur, stovur, skrivstova, kamar á loftinum og eitt rúm til heilivágsframleiðsu.

 

Skiftandi deildarleiðarar vóru í tíðarskeiðunum fram til 1954, tá Per Tholander, apoteksassistentur, varð settur sum leiðari og røkti starvið frá 1954 til 1960. Seinasti leiðarin á apotekinum var Holger I. Jepsen, sum starvaðist har frá 1960 til 1961.

 

Íbúðin er í dag endurskapað og myndar tíðarskeiðið í fimmti- og sekstiárunum.

Sildarok

Handilshúsini úti í Klaksvík vóru meira enn bara ein bygningur. Tey vóru vinnulig miðstøð, har fiskivinna, handil, arbeiðsmegi og útflutningur møttust.

Framsýningin í miðstovuni, Sildarok, lýsir eitt tíðandi tíðarskeið – sildatíðina, sum handilshúsini úti í Klaksvík eru kend fyri. 

 

Her vórðu sildatunnur gjørdar. Sildin varð saltað og løgd í tunnur og síðani seld og útflutt til Evropa. Soleiðis gjørdust handilshúsini ein týdningarmikil partur í føroysku sildavinnuni.

922 Handilin hjá Jens Klæmint Isaksen í Klaksvik umleið 1954.jpg
løtumynd3.jpg

Eitt gamalt bygdarlag

Eitt livandi og søguligt bygdarlag í Spaniastovu, har gestir kunnu síggja og fáa eina hóming av gerandisdegnum, sum hann var í gomlum døgum.

Á savninum eru ein roykstova og ein glasstova, sum eru søguligar endurskapanir, sum lýsa siðir og byggisið í Føroyum. Eisini er eitt posthús, sum lýsir týdningin av posttænastum og samskifti millum bygdir.

Harumframt verða tvey modell sýnd fram.

Tað fyrra er av Múla bygd, sum sýnir bygdina og fjøllini, sum gevur eina sjónliga fatan av hesum sermerkta søguliga staði.

Tað seinna er av einum stovurúmi, sum vísir gerandisdagin hjá eldri ættarliðum í siðbundnari føroyskari stovu.

bottom of page